Aðalfundur hjá Mentanarhúsfelagnum

Aðalfundur og møguligur eykaaðalfundur hjá Mentanarhúsfelagnum verður í bókasavninum við Løkin leygardagin 26. apríl kl. 16.00.
Viðtøkurnar hjá Mentanarhúsfelagnum siga at:
§ 1.
Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu er ein felagsskapur, ið er stovnaður við tí endamáli at virka fyri  at Løkshøll kann gerast ein livandi og verdugur karmur um mentanarligt fyritakssemi til gaman og álvara hjá ungum og gomlum.
Hevur tú hug at fyriskipa mentanarlig tiltøk í kommununi? So er møguleiki fyri hesum nú.
Fundarskipan til aðalfundin:
1. Ársfrágreiðing um virkið hjá felagnum í farna ári
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
3. Innkomin mál
4. Val av starvsnevnd
5. Val av 2 tiltakslimum í starvsnevndina
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt
Fimm fólk manna nevndina og fýra ynskja ikki afturval. Um tað ikki eydnast at manna eina nýggja nevnd, verður eykaaðalfundur beint aftaná aðalfundin, har eittans mál er, sum er avtøkan av Mentanarhúsfelagnum.
Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundi ella á eykaaðalfundi, skulu verða formanninum skrivliga í hendi seinast 8 dagar áðrenn aðalfundin.
2017-04-30T15:14:40+00:00
%d bloggers like this: