Aðalfundur

Mikukvøldið 18. apríl kl. 19.00 verður aðalfundur hjá Mentanarhúsfelagnum. Fundurin verður í kantinuni í skúlanum við Løkin.

Á skránni er m.a. frágreiðing formansins, framløga av roknskapi og val av nevndarlimum.

Í løtuni er nevndin mannað av Kára Thorsteinsson, sum er formaður, Hans Tausen og Doris Djurhuus. Vit vóru fimm fólk í nevndini frá byrjan, men Kenneth Rasmussen og Eyðun Gaardbo hava av persónligum ávum valt at tikið seg úr nevndini. Hans stillar ikki uppaftur, so vit skulu velja trý nýggj fólk í nevndina. Vit hava tosað við nøkur fólk um nevndararbeiði, og sum nú er, hava trý fólk játtað at stilla upp til nevndarvalið. Onnur eru tó sjálvsagt eisini vælkomin at stilla upp.

Arbeiði hjá nevndini hevur verið at virka fyri at fáa mentanarhúsið, og at skaffa neyðugu teknisku útgerðina. Tá tiltøkini byrjaðu í Løkshøll, fór størsta orkan hjá nevndini við at skipa fyri og samskipa tiltøkini. Hetta bleiv tó ov krevjandi, so nú er ein samskipari settur til at taka sær av hesum. Í løtuni er Ásbjørn Berthelsen samskipari fyri Løkshøll. Eisini hava vit ein bókhaldara sum tekur sær av bókhaldinum.

Hetta er fjórða árið síðani við byrjaðu at hava tiltøk í Løkshøll. Gongdin hevur verið jalig, og talið av tiltøkum og vitjandi økist ár um ár. Tað hevði verið gott, um vit kundi fingið eitt orðaskifti um, hvat vitjandi og borgararnir halda um Løkshøll. Hvat er gott, og hvat kundi verið betur. Kanska onkur hevur hugskot til tiltøk v.m.

Vælkomin á aðalfund hjá Mentanarhúsfelagnum

Fyri nevndina

2017-04-28T13:53:49+00:00
%d bloggers like this: