Borgarafundur í Løkshøll

Borgarafundurin, Runavíkar kommuna 2015-2025, verður hildin 10. mars klokkan 19 í Løkshøll.

Á fundinum fer býráðið at kunna um ymisk kommunal viðurskifti og um framtíðarætlanir fyri kommununa næstu 10 árini.

Borgarin fær eisini høvi at siga sína hugsan og at seta spurningar.

Aftaná fundin verður høvi at hitta tær ymisku nevndirnar til eitt prát ella spurningar, samstundis sum ein drekkamuður verður at fáa í kantinuni.

Øll eru vælkomin.

2017-04-29T14:40:55+00:00
%d bloggers like this: