Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Tíðliga í 18. øld. England er í kríggi við fransmenn. Tó so, dunnurenning og ananas etikappingar eru í besta blóma. Skirvisliga drottning Anne (Olivia Colman) tekur við trónuni, og góða vinkona hennara Lady Sarah (Rachel Weisz) stjórnar landinum, alt meðan hon tekur sær av vánaligu heilsu og skiftandi sinnalagi Annes. Tá nýggja tænastufólkið Abigail (Emma Stone) kemur, ger hon seg vællýdda hjá Sarah. Lady Sarah tekur sær væl av Abigail, sum við hesum sær sær møguleika at koma aftur til aðalsrøtur sínar. Tá hernaðarpolitikkurin fyllir ov nógv hjá Lady Sarah, tekur Abigail sær av drottningini. Teirra sera góða vinarlag gevur Abigail møguleikan at søkja sítt mál, og hon letur hvørki kvinnu, mann, politikk ella kaninir forða sær.

The Favourite er eitt skemtiligt drama og hevur í ár, saman við stórverkinum Roma, flestu tilnevningar til Oscar heiðurslønirnar, ið verða í næstum; 10 í alt. The Favourite er tilnevndur: Besti filmur, besti leikstjóri, besti kvinnuligi leikari, 2x besti kvinnuligi stuðulsleikari, besta manuskript, besta framleiðslu design, besta upptøka, bestu búnar, besta filmsviðgerð.

Eingin steðgur verður í filminum.