Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Hvat fær man, tá man blandar jazz, funk, reggae, retro, soul, punk og gospel, úr Italia, Kanada, USA, Uganda og Føroyum, og setir alt hetta inn í góðu karmarnar í Løkshøll? Tað verður í øllum førum spennandi at vita, tá Debbie Cameron og Deborah Herbert úr USA og Tamara Malena Mneney (FO) koma at framføra saman við Monkey Rat duoini Anna Iachino úr Kanada/Italia og Arnold Ludvig av Sandi.

Nýggjasta útgávan hjá MonkeyRat, Get into the light hevur verið nógv at hoyra á føroysku rásunum og væl móttikin.

Anna Iachino (CA/IT) – songwriter/vocalist
Arnold Ludvig (FO) – composer/bassist

Debbie Cameron (USA) – gospel singer & arranger
Deborah Herbert (USA) – gospel singer
Tamara Malena Mneney (FO) – gospel singer

Forsøla: kr 150,-
Við dyrnar: kr 200,-