Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Leikurin hesaferð er ein gamal kenningur av heimsins pallum og sjónvarpsskíggjum, nevniliga ‘allo ‘allo. Jeremy Lloyd og David Croft skrivaðu leikin í 1992 við støði í sjónvarpsrøðini, sum undir sama heiti gekk á BBC One frá 1982 til 1992.

Nógv munnu minnast neyðars kaféeigaran René Artois, sum í krígsherda Fraklandi manrerar millum týska og bretska hervaldið við stolnum og fjaldum málningum og pylsum.
Vápnaður við sjarmu, roynir René at gera hervaldinum, mótstøðurørsluni, konuni og elskarindunum til vildar, men hetta er sjálvsagt ongin løtt uppgáva, tá ið kríggj og kaos setir dagsskránna.

Leikstjórn: Súsanna Tórgarð