Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki til sýning kl. 14

Kom og síggj børn spæla sjónleik!

Dramaverkstaðið í Tórshavn, sum í januar varð 20 ár, fer í næstum út úr verkstaðnum at framføra leikir.

26/5 kl 14.00 og kl 16.00 vitja vit Løkshøll í Runavík, har høvi verður at síggja barnaleikinum “Fremmanda gentan” og barna-og ungdómsleikinum “Gullringurin”. Eisini fer dramakórið at syngja.

Framførslan við báðum leikum og kórinum varir uml. 50min.

Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri!