Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestri í Løkshøll. Fyrilesturin verður einans sendur beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kann ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verður heldur ikki lagdur út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilesturin beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú í Løkshøll.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr.

Yvirskrift hesaferð: Hvorfor ældes vi?
Fyrilesturhaldari: Lektor i aldringens molekylærbiologi Tinna V. Stevnsner og lektor i biogerontologi Suresh Rattan, Institut for Molekylærbiologi og Genetik, Aarhus Universitet
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Giver den nyeste molekylære forskning i aldring os koden til et langt og sundt liv? Måske. Hør om de mekanismer, der bestemmer at vi ældes, hvorfor vi ældes forskelligt samt hvordan vi sikrer os en alderdom med god livskvalitet.

Les meira um fyrilesturin við at trýsta her