Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Sunnudagin 12. mai kl. 19.00 hevur Blái Krossur aftur eina spennandi stuðulskonsert í Løkshøll. Hetta vikuskiftið er landsinnsavningin á skránni, og eins og í fjør fer innkomni peningurin til verkætlanirnar “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Liv Lívið”. Tað er aftur ein sera spennandi skrá við nøkrum av okkara bestu, ið koma at framføra fyri okkum hetta kvøldið. Kunning um hvørji nøvnini eru kemur fyrsta dagin.

Aftur í ár er tað ein sera spennandi skrá við nøkrum av okkara bestu, ið koma at framføra fyri okkum hetta kvøldið:
Lea Kampmann
Edith Dahl Jakobsen
Jensina Olsen
Ólavur Højgaard
The Gadders
Victoria á Lakjuni