Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Leygarkvøldið 17. august kl. 19.00 verður bókin “Góða systir”, sum Margit M. Baadsager hevur skrivað, løgd fram í Løkshøll í Runavík.

* Sjúrður Ravnsfjall bjóðar vælkomin
* Sangbólkurin Salt, sum Arnvør sang við í, syngur tveir sangir
* Meinhard Jensen ber eina heilsu
* Eydna Skaale og Margit M. Baadsager práta um bókina
* Kórið Fljóðljóð syngur fyri okkum
* Eftir hetta verður høvi at ogna sær bókina

Brot úr bókini:
“Tá ið vit høvdu hugnað okkum og arbeitt í nakrar tímar, gingu vit okkum ein túr. Vit tosaðu um Ph.D.’ina. Um hvussu løgið tað var, at hon stóð føst. Ókent fyri hana at hava tað so. Hon segði, at hon hevði hoyrt onnur tosa um at raka múrin. Hon hevði ikki sæð nakran múr – fyrr enn nú. Kanska var hetta tað, tey tosaðu um? Orðarætt segði hon: –Um eg ikki visti betur, hevði eg hildið, at eg hevði ein heilaknykil.”

“Góða systir” er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra.
Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í.