Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Einir 60-70 NSÍ-fjepparar vera á Easter Road í kvøld tá Hibernian FC tekur ímóti NSÍ í fyrsta umfari av Europa League 2018-19.

Tað ber tó eisini til at síggja dystin heima í Føroyum, tí í Løkshøll verður dysturin vístur á stórskíggjanum.

Sigast skal, at eisini ber til at streama hann á HibsTV, sum er at finna heimasíðuni hjá Hibernian hibernianfc.co.uk. Neyðugt er við einum haldi, og kostnaðurin fyri at streama dystin er £8,99 ella umleið 75 kr.

Dysturin byrjar kl. 19.45.

Ókeypis atgongd!