Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

“Felix på vilde eventyr” er ein deiligur animatiónsfilmur fyri alla familjuna. Filmurin er um ta miðaldrandi kettuna Buller, ið livir eitt marglætislív í háhúsi við soninum Felix.
Felix er ein villur og ævintýrhugaður kettlingur, sum er spentur uppá at granska heimin uttanfyri. Ein dag fer hann út úr íbúðini fyri at finna kettuparadísi Kattopia, har hann vónar at møta mammu síni. Fyri at finna son sín má Buller tí út og á vandamikla ferð gjøgnum stórbýin við góða vini sínum, papageykurin Arald.
Við livandi og litríkum myndum sigur filmurin eina hjartanemandi søgu um tað, at blíva burtur, og hvussu man finnur saman aftur.

Atgongumerkir í forsølu á loksholl.fo kosta kr. 40,-
Við dyrnar kosta atgongumerkir kr. 50,-