Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Stefan Zweig var eysturrískur rithøvundur, ið livdi 1881-1942. Gjørdist heimskendur longu í 1920’unum 1930’unum, men mátti sum jødi at rýma undan Hitler stýrinum. Endaði í Suðuramerika. Filmurin, sum í høvuðsheitinum snýr seg um tíðina í eksil, verður sunnudagin 22. apríl kl. 18 í Løkshøll.

Dagin eftir, altjóða bókadagin 23. apríl, verður fyrilestur á Bókasavninum við Løkin. Knút Olsen, ið hevur týtt “Heimurin, ið var”, og hevur verið kanningarferð í Eysturríki og Jógvan D. Jacobsen, heimsspekingur, koma at greiða frá um Stefan Zweig. Fyrilesturin verður mánakvøldið kl. 19, og er ókeypis.