Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Í samband við Mentanarvikuna fer Løkshøll at vísa filmin The Music of Silence um heimskenda blinda operasangaran Andrea Bocelli, sum vaks upp á italskum víngarði. Í samband við hesa sersýning hava vit fingið fatur á víni frá víngarðinum, og fáa gestirnir tí høvi at smakka vín frá Bocelli familjuni.

Um filmin
The Music of Silence byggir á sjálvævisøgu Andrea Bocellis. Bocelli er føddur við eygnasjúkuni grønstar, og er so gott sum blindur longu við føðing. Skjótt verður tónleikurin ein týdningarmikil partur av áhuga hansara. Við síni einglagivnu rødd, og tí hann longu frá seks ára aldri byrjar at spæla klaver, gerst hann kendur í og kring føðibýi sínum Lajatico í Toscana, har hann vinnur fleiri talentkappingar.

Tá hann er 12 ár verður sangarin fullkomuliga blindur eftir eitt óhapp á einum fótbóltsvølli. Eftir vanliga skúlagongd byrjar hann at lesa løgfrøði, men syngur eisini í frítíðini á fleiri lokalum barrum.

Stóra gjøgnumbrotið hjá Andrea Bocelli kemur tá italski sangarin Zucchero leitar eftir gávuríkum sangarum at syngja duett við Luciano Pavarotti. Tá teir hoyra bandið við Bocelli verður hurðin til alheimsins stóru pallar latin upp.

The Music of Silence er leikstjórnaður av Michael Radford, ið er mest kendur fyri at hava leikstjórna italska filmin Postboðið. Andrea Bocelli spilles i filmen af Toby Sebastian, og í leiklutinum sum venjari og mentor hansara er Antonio Banderas.

Filmurin er 1 t 55 min og eingin steðgur verður.

 

Atgongumerkir verða lýst til sølu, tá skráin fyri Mentanarvikuna 2019 verður almannakunngjørd.