Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Tóff – Tórshavn Film Festival er á ferð, og vitjar okkum í Løkshøll. Vit sýna tríggjar av teimum fimm norðurlendsku filmunum, sum vóru innstillaðir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Annar filmurin í hesum umfarinum er Flugufangarin (Noreg).

Keyp atgongumerki

Leikstjóri: Izer Aliu

Flugufangarin er ein óvanliga væleydnaður filmur við lágfíggjarætlan, sum gagnnýtir sínar virkismiðlar á fyrimyndarligan hátt. Hesir eru við í søguni – ein lærari og dreingirnir í hansara flokki – verður framført snildisliga og livandi, so tú sum áskoðari fær kensluna av at vera við í veruligum samskifti og uppgerð. Við støði í einum serligum staði – eitt flokkshøli í eini makadoniskari bygd – sigur filmskaparin Izer Aliu frá eini søgu, sum er bæði politisk og sálarfrøðiliga umráðandi upp á fleiri hættir, og samstundis ein kensluborin lýsing av, hvussu eitt einaveldi bæði kann verða til og falla.

 Við donskum undirtekstum