Indlæser Begivenheder

Fyrilesturhaldarin hesaferð verður Christian Haass, professari, ið hevur fingið størstu virðisløn innan heilagransking, The Brain Prize. Í sínum fyrilestri fer hann at tosa um gransking, ið førdi til, at hann fekk virðislønina.

Yvirskrift: Alzheimer, a complex disease is decrypted
Fyrilesturhaldari: Professor of molecular biology Christian Haass, Ludwig-Maximilians Universitetinum í München í Týsklandi
Mál: Enskt
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Dementia is a devastating disease affecting the lives of 47 million people. Alzheimer’s disease is the most common form of dementia and although there is no cure, intense research has paved the way for better understanding and therapeutic treatments.

Les meira um fyrilesturin við at trýsta her

Um tiltakið
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr.