Indlæser Begivenheder

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Hunting exoplanets and life in the Universe
Fyrilesturhaldari: Professor of astronomy and astrophysics, Natalie Batalha, Department of Astronomy & Astrophysics, University of California, Santa Cruz, USA.
Mál: Enskt
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Lava Worlds to Living Worlds: how a NASA mission sparked the search for life beyond the Solar System.

Les meira um fyrilesturin við at trýsta her