Indlæser Begivenheder

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Klimaændring – den danske vinkel
Fyrilesturhaldari: Professor i klimafysik Jens Hesselbjerg Christensen, Niels Bohr Institutet, Københavns Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Hør om de atmosfæreprocesser og mekanismer som ligger bag klimaændringerne og om de FN-rapporter som i stor detalje udreder hvad vi ved om de igangværende klimaændringer, deres konsekvenser og hvad fremtiden byder på. Og hør om konsekvenserne i Danmark.

Les meira um fyrilesturin við at trýsta her