Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Hotel Transylvania er ein animatiónsfilmur við kendum óhugnaligum figurum.
Dracula greivi hevur savna øll monstur frá nær og fjar á hotellinum hjá sær til 118 ára føðingardagin hjá dóttur sínari Mavis. Frankenstein, tann ósjónligi maðurin, mumian og øll varúlvafamiljan er komin saman fyri at hátíðarhalda Mavis, og fyri at halda eitt sindur av feriu.
Tann óróligi pápin stríðist við at fáa alt at verða perfekt, men brádliga hendir nakað, ið ikki má henda. Jonathan, ein forvitin ungur ferðamaður kemur á gátt á (ó)hugnaliga hotellinum, og verður góður við Mavis, dóttur greivans.
Filmurin hevur 7 ára aldursmark, og er vælegnaður til smærri børn.
 
Ókeypis atgongd!