Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Sunnudagin 10. desember kl. 20.00

Keyp atgongumerki

Fjórða árið á rað verður stórfingna jólakonsertin, Jól við Løkin, hildin í Løkshøll í Runavík. Konsertin verður skipað við einum fantastiskum húsorkestri, ið spælir undir hjá ymiskum solistum og bólkum, ið framføra ymisk jólaløg. Løkshøll verður sum altíð pyntað sera vakurt til høvið, og sera nógv orka verður løgd í at gera kvøldið so hugnaligt sum yvirhøvur til ber fyri áhoyrarnar.