Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Eydnuríkasti bólkur í Danmark (Danmarks lykkeligeste band) nýtti várið og summarið 2018 at spæla inn teirra 19. útgávu. Orkestrið hevur, eftir drúgvan steðg í samstarvinum, tikið upp samstarv aftur við tann legendariska framleiðaran Greg Walsh, og hava eisini skipað nýtt samstarv við Kristian Leth.

Konsertferðin hesaferð ber brá av einum meira hondspældum og rokkuttum úttrykki. Orkan er í front, sigur bólkurin sjálvur, við vælkendum og passandi jútskum lítillætni. Eitt av løgunum eitur “Er vi glade eller hva”, sum í grundini setir spurningin eru vit har, ið vit vilja vera?. Og um ikki, hví ikki? Og hvussu koma vit so víðari? Hetta eru stór evnir, ið krevur eitt stórt orkestur at bera.

Útgávan Tæt trafik i Herning kom 9. november 2018 og síðan hevur bólkurin verið á konsertferð í Danmark, og kemur í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu eisini til Føroyar!

Konsertin er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.