Loading Events
  • This event has passed.

Keyp atgongumerki

Endiliga eydnaðist tað: VSJ Í LØKSHØLL!

Vit hava leingi havt eitt ynski um at fáa VSJ at koma í Løkshøll – ja enntá áðrenn teir gjørdust heimskendir í Føroyum. Endiliga lá fyri hjá báðum pørtum!

VSJ eru háaktuellir við fleiri stórum hittum í Føroyum, góð ummælir allastaðir, og ikki minst einari feskari FMA virðisløn í viðførinum.
Í VSJ eru Villiam Soo Joensen, Fríði Bjarkhamar, Dávur á Reynatrøð og Høgni Jógvansson.

Á konsertini spælir eisini bólkurin Beinir. Bólkurin er í løtuni í studio hjá Marius í Søldarfirði og kemur út við sínum fyrsta staklagi í næstum. Manningin telur Bárður, Eyðtór, Benjamin og Beinir.

Konsertin er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Atgongumerkjasølan letur upp 29. mars kl. 10.