Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Árligi kórfestivalurin verður í ár hildin í Løkshøll. Umframt 14 kór úr øllum landinum, fer eisini eitt gestakór úr Danmark og eitt stórt felagskór at framføra. Í ár eru 100 ár síðani at foreningen Norden varð sett á stovn, og í tí sambandi hevur nevndin í Kórsambandinum avgjørt, at sangskráin hjá kórunum í ár skal verða norðurlendsk.
Eins og undanfarnu árini er konsertin skipað sum kapping. Tríggir dómarar geva 1., 2. og 3. virðisløn fyri bestu framførslurnar, umframt at áhoyrarnir atkvøða um, hvør skal hava áhoyraravirðisløn.