Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Stutt um filmin
Í einari lítlari fiskivinnubygd í íslendska útijaðaranum hava tveir tannáringa vinmenn eitt summar við kensluligum og ástarligum turbulensi. Thor er forelskaður í Beth, vakrastu gentuni í bygdini. Besti vinmaður hansara, Christian, roynir at hjálpa honum við at vinna tekkið hjá Beth. Samstundis byrjar Christian at fáa kenslur fyri Thor, sum hann tó roynir at halda aftur. So hvørt sum samband kemur millum Thor og Beth, byrja spenningar at koma millum dreingirnar báðar. Christian, sum kennir seg einsamallan og í villareiði av sínum seksualiteti, er bangin fyri, at Thor og vinarskarin vendir honum bakið. Tá summari er farið, og náttúra Íslands endurvinnur styrkir sínar, er tíðin komin at fara av spæliplássinum og trína inn í vaksnamannalívið.

HEARTSTONE er ein vakur og sansaligur filmur eftir íslendska leikstjóranum Guðmundur Arnar Guðmundsson. Filmurin hevur vunni alskyns virðislønir, m.a. á filmsfestivalinum í Venesia og á CPH PIX, tá hann vann hyggjaravirðislønina (Publikumsprisen) í 2016. Ungu høvuðsleikarnir sýna sera góðar dygdir og skil innan leiklist, og eitt nú royndi leikarin, danin Søren Malling, er framúr góður í sínum leikluti.

Upprunaheitið: Hjartasteinn
Slag: Drama
Upprunaland: Ísland/Danmark
Longd: 129 minuttir
Leikstjóri: Guðmundur Arnar Guðmundsson