Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Stutt um filmin
Læknin frá Chaussy, ein komediu-drama, er um Dr. Werner, sum tey seinastu 30 árini sjálvur annar hevur starvast sum lækni í einari lítlari bygd. Tá starvsfelagin ikki er har meira, gerst byrðan ov tung hjá einsamalla Dr. Werner, og tað kemur sum eitt sjokk tá hann brádliga gerst alvorliga sjúkur, og má gevast við at arbeiða fyri at fáa heilsuna aftur.

Natalie, sum arbeiðir á sjúkrahúsinum, verður sett í avloysarastarv hjá læknanum, men tann unga kvinnan hevur trupult við at venja seg við nýggja lívið á bygd. Saman við Dr. Werner verður hon lærd upp í hansara læknahúsið, og í teimum rutinunum, ið eru hjá einum útijaðaralækna. Ber tað til at koma ístaðin fyri ein lækna, ið sjálvur ikki metir seg kunna skiftast út?

Í høvuðsleiklutinum sum tvøra og sjúka læknan síggja vit François Cluzet, sum m.a. er kendur sum lami ríkmaðurin í franska filminum “De urørlige” (The Intouchables) frá 2011, sum er mest sæddi franski filmurin í øllum heiminum, nakrantíð.