Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Keyp atgongumerki

Í animatiónsfilminum ‘Tann lítla gentan og profeturin’ hevur lítla Almitra mist pápa sín, og býr nú einsamøll saman við mammu síni, Kamila.

Eftir at pápin doyði, gavst Almitra at tosa, og hennara einastu vinir eru másar, sum hon eftir øllum at døma kann samskifta við.

Lívið hjá gentuni broytist, tá hon møtir listamanninum Mustafa, sum er í húsavarðhaldi vegna sína list, tí stjórnin er bangin fyri, at listin fer at elva til uppreistur í fólkinum.

Tá Mustafa fær loyvi til at ferðast aftur til heimland sítt, upplivir Almitra listarmannin millum lokala bygdarfólki, ið seta spurnartekin við Mustafa og hansara virki. Somuleiðis leggur stjórnin ætlanir um at fella nýggju fyrimyndini hjá Almitru.

‘Tann lítla gentan og profeturin’ er ein familjufilmur við politiskum boðskapi. Instruktørurin er Roger Allers, ið instrueraði ein hin kendasta Disney filmin, Løvernes Konge. Filmurin hevur danska talu, har millum onnur Lars Mikkelsen, Sofie Gråbøl og Mikkel Boe Følsgaard leggja røddir til.

Filmurin hevur danska talu.