Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Í Løkshøll gleða vit okkum til jazz tónar frá spennandi samansettum bólki. Manningin í bólkinum er Dania O. Tausen (vokal), Pauli Reinert Poulsen (guitar), Arnold Ludvig (bass) og Rógvi á Rógvu (trummur).

Bólkurin spælir bæði jazz-standards og modernaðan jazz-pregaðan tónleik, sum soul og R&B, og alt frá Ella Fitzgerald, Stevie Wonder, D’Angelo, til Moonchild og Hiatus Kaiyote. So hetta er fyri øll, ið eru áhugað at hoyra spennandi og mennandi tónleik, og annars bara slappa av og drekka kaffi við sínum vinum.

Til høvið verður Løkshøll umskapað til stemningsríka jazz-café, so avmarkað er við plássi í mun til hvussu vit vanliga kenna Løkshøll.