Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Fríggjakvøldið 6. oktober kl. 20:00 fer Marius Ziska at hava konsert í Løkshøll í Runavík. Hóast Hans Marius Weihe Ziska, frontmaðurin í bólkinum, er uppvaksin í Søldarfirði, og harvið má sigast at vera ein lokalur, so er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at hann fer at framføra eina konsert við bólki í Løkshøll. Marius Ziska fer at spæla ein hóp av sínum kendu og vælumtóktu løgum, men konsertin er serlig, tí mánadagin 9. oktober fer bólkurin í studio at taka nýggja fløgu upp, og á settlistanum til konsertina í Løkshøll vera eisini fleiri av teimum nýggju løgunum. Teir, ið manna Marius Ziska, eru: Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Magnus Jóhannesen, Mikael Blak.