Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Keyp atgongumerki

Signar Í Homrum í Løkshøll

Hóskvøldid 4. maj kl. 19 verdur stórt studulstiltak í Løkshøll í Runavík.
Tiltakid byrjar kl. 19.

Konsert verdur, har Signar í Homrum fer at spæla saman vid sínum bólki.
Eisini fara Ólavur Højgaard og Halgrím Midberg at syngja og spæla – og ja, Halgrím fer eisini at spæla á steelguittarin.

Myndir verða vístar frá neydhjálpararbeidi.

Í stedginum ber til at njóta ein gódan kaffi- ella temunn vid onkrum gódum afturvid.
Til seinast verda lutasedlarnir trektir – á sedlinum er ein vinningur, sum er eitt gávukort frá Effo Pf. á kr. 50.000 – gjørdir eru 200 sedlar, sum hvør kostar 1.000 kr. Onkur sedil er eftir enn, so um tú ynskir at studla, ber enn til at keypa sedil.
Atgongumerkir kunnu keypast á heimasíduni hjá Løkshøll, sum er www.loksholl.fo

Pláss er fyri 305 sitandi áhoyrarum, og vit vóna sjálvandi at Løkshøll verdur stúgvandi full.

Vit hava sett kostnadin til 200 kr fyri hvørt atgongumerki.

Møguleiki verdur at studla arbeidnum vid inngongdina enn meir, um ein ynskir tad. Til ber eisini at studla, vid at flyta eina peningaupphædd á konto í Nordoya Sparikassa nr. 9865 306.614.7

Tiltakid varir uml. tveir tímar.

So bindiklubbar, arbeidspláss, vinfólk og onnur: komid og njótid løtuna, og samstundis studla neydhjálpararbeidi.

Vit síggjast í Løkshøll!