Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Hin 5. november í fjør vóru 100 ár liðin síðani Regin Dahl varð føddur. Regin Dahl eigur eitt serstakt pláss í føroyskari mentanarsøgu við sínum rúgvismikla og serstaka listarliga íkasti. Kórið TARIRA fagnaði Regin Dahl við at bíleggja nýggja kórverk, ið annaðhvørt vóru skrivað til yrkingar ella útsett til løg, ið Regin hevði gjørt. TARIRA fekk fimm ymiskar tónasmiðir at gera nýggj kórverk, og vóru hesi framførd á fagnaðarkonsert 3. november í fjør fyri fullsettari Aulu í Finsen í Havn. Harumframt vóru eisini meira kendir sangir hjá Regini á skránni, og skaldið Carl Jóhan Jensen hugleiddi um Regin Dahl og tann íblástur, sum hann hevur fingið frá Regini. Konsertin fekk sera góða móttøku, og TARIRA endurtekur tí partar av skránni á konsert í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 12. juni kl. 20.00, og Carl Jóhan Jensen fer at hugleiða og lesa yrkingar. Kórið TARIRA telur 20 sangarar og kórleiðari er Jóhannes Andreasen.