Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Tóff – Tórshavn Film Festival er á ferð, og vitjar okkum í Løkshøll. Vit sýna tríggjar av teimum fimm norðurlendsku filmunum, sum vóru innstillaðir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Fyrsti filmurin vit vísa á hesum sinni er Samablóð (Svøríki).

Keyp atgongumerki

Leikstjóri: Amanda Kernell

Ein djørv søga, sum letur upp fyri kjakinum av einum duldum og gloymdum parti av søgu Svøríkis – og sum samstundis er sera viðkomandi í sínum sýni upp á uppruna, klassa- og mentanarferðir. Amanda Kernell vísir, at hon bæði hevur eitt gott handalag og fínar kenslur, tá hon leikstjórnar persónunum og í smáum smálutum. Saman við fotografinum Sophia Olsson klárar hon at uppfanga og siga frá, bæði stórsligna landslagnum, eins líka so væl sum innastu tonkunum hjá høvuðspersóninum – tað lítla menniskja í tí stóra heiminum.

Filmurin verður vístur við donskum undirtekstum.