Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Fyrra konsertin – 15.00

Keyp atgongumerki

Seinna konsertin – 16.30

Keyp atgongumerki

Í døgunum 19. til 21. oktober eru 130 børn og juniorar á sanglegu í Nesvík, ið vit kalla Sangfagnaðurin 2018.

Børnini ganga í 2.-7. flokki og venja í barnakóri fyri 2.-4. flokk, einum juniorkóri fyri 5.-7. flokk, og so er eitt felagskór eisini, har øll 130 børnini syngja saman.
Umframt sangararnar standa nógvir góðir tónleikarar, kórleiðarar, kokkar, leiðarar o.o. hjálparfólk aftanfyri hetta megnar tiltak.

Evnið á Sangfagnaðinum er “Alt givið”, og sangirnir fevna vítt, nakrir sangir eru skrivaðir til høvið.

Konsertirnar vera í Løkshøll sunnudagin 15. oktober 2017 kl. 15.00 og 16.30.

Atgongumerki á kr. 50 kunnu keypast á www.loksholl.fo. Børn undir 3 ára aldur hava ókeypis atgongd.