Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Í døgunum 13. til 15. oktober eru 130 børn og juniorar á sanglegu í Nesvík – Sangfagnaður 2017.

Børnini ganga í 2.-7. flokki og venja í barnakóri fyri 2.-4. flokk, einum juniorkóri fyri 5.-7. flokk, og so er eitt felagskór eisini, har øll 130 børnini syngja saman. Umframt sangararnar standa nógvir góðir tónleikarar, kórleiðarar, kokkar, leiðarar o.o. hjálparfólk aftanfyri hetta megnar tiltakið.

Evnið á Sangfagnaðinum er “Kongabørn”, og allir sangirnir eru í rytmiskum gospelstíli. Konsertirnar vera í Løkshøll sunnudagin 15. oktober 2017 kl. 15.00 og 16.30.

Atgongumerki á kr. 50 kunnu keypast á www.loksholl.fo. Børn undir 3 ára aldur hava ókeypis atgongd.