Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

22. september verður eitt spennandi skeið í Løkshøll í Runavík, har Henrik Frost, sum er løgreglumaður og undirvísir í sjálvverju hjá donsku løgregluni, fer at undirvísa og geva góð ráð viðvíkjandi sjálvverju hjá kvinnum.

Skeiðið er ætlað kvinnum, ið eru eldri enn 14 ár. Skeiðið byrjar við einum teoretiskum parti, síðani er døgurði, og endað verður við praktiskari frálæru.

Kostnaðurin er 499,- pr persón, og við í prísinum er teori, praktiskt frálæra, suppa og ábit.

TAÐ ER AVMARKA PLÁSS!