Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

16. februar verður eitt spennandi skeið í Løkshøll í Runavík, har Henrik Frost, sum er løgreglumaður og undirvísir í sjálvverju hjá donsku løgregluni, fer at undirvísa og geva góð ráð viðvíkjandi sjálvverju hjá kvinnum.

Skeiðið er ætlað kvinnum, ið eru eldri enn 14 ár. Skeiðið byrjar við einum teoretiskum parti, síðani er døgurði, og endað verður við praktiskari frálæru.

Kostnaðurin er 399,- pr persón, og við í prísinum er teori, praktiskt frálæra, døgurði og ábit.

TAÐ ER AVMARKA PLÁSS!