Indlæser Begivenheder

Keyp atgongumerki

 

Hún pabbi ella “She is my father” er ein einmansleikur har sjónleikarin Hannes Óli Ágústsson greiðir frá um viðurskiftini millum seg og pápan sín.

Hannes Óli hevur altíð hildið, at sambandið við pápan var púra vanligt; ikki ov tætt ella intimt, men heldur praktiskt. Hann helt, at pápin var ein seriøsur maður, og var bara ikki so opin.

Tá pápin brádliga í 2009 kom út sum ein transkvinna, mátti Hannes Óli laga seg eftir einum nýggjum veruleika. Møguliga hevði hann ikki havt eitt vanligt samband við pápa sín? Hvussu kann nakar halda slíkt loyniligt í so langa tíð? Sum 57 ára gamalur mátti pápin byrja eina nýggja tilveru, nú sum kvinnan hann altíð hevði verið, Anna Margrét.

Leikurin viðgerð kyn og rammuna, sum samfelagið setir um tey tvey viðurkendu kynini, maður og kvinna. Men fyri mong er tað ikki so einkult. Hannes Óli tekur hyggjaran við á ferð gjøgnum sítt lív og hyggur aftur á støður og ábendingar, ið vóru beint fyri nøsini á sær. Hann nýtir støður í egnum barndómi, mest gjøgnum film, at greina hendan veruleika.

Hvat um onkur hevði sagt við pápan tá hann var lítil, at hann skuldi liva sum hann føldi rætt? Hevði Hannes so staðið á pallinum í dag?

Leikurin er ein erlig samrøða við hyggjaran um eina sera óvæntaða lívsroynd, ið er nakað, sum nærum øll kunnu kenna seg aftur í.

Company: Trigger Warning
Artistic director: Kara Hergils
Creators: Kara Hergils and Halla Þórlaug Óskarsdóttir in collaboration with the company
Director: Pétur Ármannsso
Actor: Hannes Óli Ágústsson
Dramaturg: Andrea Vilhjálmsdóttir
Light design: Kjartan Darri Kristjánsson
Scenography: Þórdís Erla Zöega

 

Leikurin verður framførdur á enskum