Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Atgongumerki á 130,- kr. eru til keyps í Løkshøll ein tíma undan tiltakinum!

Hóskvøldini 27. apríl, 11. mai og 25. mai mugu krossast av í álmanakkanum. Tá møtast vit í Løkshøll til vælumtóktu spurnakappingina “Av Skipanesi til Æðuvíkar”.

Undanfarnu kappingarnar hava vit brúkt gongina rundan um Løkshøll til framsýningar. Okkara listafólk eru sloppin at sýna fram. Hesaferð verður høvi at síggja list á høgum støði, tí trímenningarnir Oggi Lamhauge og Anna Jacobsen, sum í dag búgva í Hoyvík og í Runavík og hava felags ættarbond úr Rituvík, koma at sýna fram.

Eisini er greitt, at Janus Trygvason, sum var onnur helvtin av Safir á sinni, kemur at syngja í hálvleikunum. Janus er ommusonur Miu í Dalinum í Lamba.

Spennandi lutakast
Tað verða tvey garvað lið, sum skjóta ársins spurnakapping í gongd.
Týskvøldið var kastað lut um, hvør skal møta hvørjum. Og tað verða vinnararnir frá seinastu kapping, Tórbjørn og Sverri, sum leggja út við at kappast móti lambamonnunum Magnusi og Edmundi í fyrsta innleiðandi dysti í fyrsta umfari.

Í seinna innleiðandi umfarinum sama kvøldið, 27.april, kappast Andrass og Jóna móti tveimum spildur nýggjum luttakarum. Talan er um fyrrverandi hjálparvenjararnar, Harry og Djóna.
Annað umfar verður avgreitt 11.mai. Tá eru tað fyrst Bill og Tóri, sum skulu dystast móti suðuroyingunum Jóannesi og Eli. Í seinasta innleiðandi dystinum møta systkini Sæunn og Helgi teimum báðum Kára og Terja.

Skráin sær tí soleiðis út:
Hóskvøldið 27.apríl kl. 19:30:
Tobbi og Sverri móti Magnusi og Edmundi
Andrass og Jóna móti Harry og Djóna

Hóskvøldið 11.mai kl. 19:30:
Bill og Tóri móti Jóannesi og Eli
Sæunn og Helgi móti Kára og Terja.

Vinnandi liðini møtast í finaluni 25.mai