Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Listakvinnan Ruth Smith (1913-58) vaks upp í Vági undir trongum korum, men valdi tíðliga at setti sær málið høgt. Við hegni og áhaldni stríddist hon fyri at koma inn á Listaháskúlan í Keypmannahavn. Tá maður hennara undir Annan Heimsbardaga njósnaðist fyri Teir Sameindu, vóru tey bæði í lívsvanda. Tá tey seinri fluttu til Føroyar, gav sálarsjúka móðurin hennara Ruth likamligar og sálarligar avbjóðingar, sum óbeinleiðis elvdi til, at hon doyði undir gátuførum umstøðum.