Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki

Í samband við at Blái Krossur Føroya hevur landsinnsavnan hendan dagin, ynskja vit í ár at skipa fyri einum stórum braki at enda dagin við. Her er talan um eina konsert við nøkrum av okkara allar bestu sangaranum og sangskrivarum.

LENA ANDERSEN hevur, saman við Niclasi, verið í Skjólinum til eitt framúrskarandi sterkt og ríkt kvøld.

GUÐRUN SÓLJA JACOBSEN gleða vit okkum sera nógv at fáa framvið, og vit ivast ikki í, at hon sum vant kann geva kvøldinum nakað serligt.

JENS MARNI HANSEN hevur ríka okkum við nógvum landaplágum seinastu nógvu árini. Hann hevur verið partur av fleiri bólkum, ið hava klárað seg væl, og tey seinnu árini hevur hann verið mest frammi við egnum navni.

MARIA Á LAKJUNI er eftirhondini ein av okkara allarbestu sangarinnum. Hon hevur givið fleiri útgávur út seinastu árini, har nøkur løg havi verið heilt nógv at hoyrt.

DÖGG NÓNSGJÓGV og ALLAN TAUSEN vóru við okkum á Reinsarínum í mars-mánaði á kvøldsetu hjá Bláa Krossi til eitt framúrskarandi gott tiltak.

ÁSBJØRN BERTHELSEN hevur nógvar hattar, har gyklarin og kórleiðarin eru tveir, ið kunnu nevnast. Eisini er Ásbjørn sera kendur í Løkshøll, sum má sigast at vera hansara heimavøllur. 12. mai roynir hann seg sum solist, og henda síðan stendur einki aftanfyri alt hitt, hann hevur undirhildið okkum við.

—-

Allir pengarnir fara beint til tvær verkætlanir hjá Bláa Krossi Føroya:
1. Øll hava rætt til góð barnaár
2. Liv Lívið

ØLL HAVA RÆTT TIL GÓÐ BARNAÁR er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

LIV LÍVIÐ er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á, at broyta hugburðin hjá ungum til rús og fyri at minka um trýstið, ið ung merkja, at smakka sær á.

Liv Lívið hevur eisini eina bingju, sum er eitt væl vitjað rúsfrítt øki á m.ø. festivalum og stevnum, har ungdómurin kann fáa sær ein heitan munn, løða telefonina og annars fáa smakkin av at hugna sær á rúsfríum øki.