Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Bubbi Morthens og Marius Ziska í Løkshøll

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 22.-29. apríl, verður stórfingin konsert í Løkshøll leygarkvøldið 28. apríl kl. 20. Tað er nemliga íslendski troubadoururin Bubbi Morthens, sum trínur á pall. Bubbi Morthens hevur verið virkin sum tónleikari síðani 1980’ini, og er best kendur sum guitarspælandi soloartistur. Bubbi hevur selt fleiri plátur í Íslandi enn nakar annar tónleikari hevur. Eitt av hansara kendu løgum er “það er gott að elska”, sum flest føroyingar kenna, og sum Signar í Homrum hevur sungið inn á føroyskum.

Umframt hesa forkunnugu vitjan úr Íslandi, verður okkara egni Marius Ziska eisini at hoyra. Marius er júst nú fløguaktuellur við útgávuni “Silvurlín”, sum hevur fingið sera góð ummæli bæði her heima og langt út um landoddarnar.

Í Løkshøll eru vit sera spent uppá at bjóða hesum stóru nøvnunum vælkomnum.

Keyp atgongumerki