Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Løkshøll kann við gleði boða frá, at vit fyri fyrstu ferð fáa vitjan av Teiti!

Keyp atgongumerki

Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu. 11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størri konsertirnar í Løkshøll og Salt. “I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.

Meira fæst at vita á www.teitur.com

Videolag: https://www.youtube.com/watch?v=Geatu-lWqL8

Myndir: Tróndur Dalsgaard