Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Keyp atgongumerki


Ella Fitzgerald 100 ár! Tórshavnar Big Band og føroya bestu sangarar framføra tónleikin, sum gjørdi Ellu heimskenda!

The first lady of song hevði verið 100 ár síðsta ár. Tórshavnar Big Band minnist hennara hundraðárshald við einari skrá, sum spennir um alla hennara lívsleið. Upprunaligar útsetingar verða endurskaptar við nøkrum av føroya bestu kvinnuligu sangarum umframt einum manni.

Sangarar: 

Edith Dahl Jakobsen

Ann Chanett Danielsen

Laila Carlsen

Dania O. Tausen

Ragnaheiður Grøndal

James Olsen ​

Dirigentur er Sigurður Flosason