Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Keyp atgongumerki

Talan er veruliga um konsert í serflokki, har orkestrið framførir vælkendar føroyskar perlur saman við nøkrum av føroya bestu sangarum.
Í 2010 gjørdi Suni Merkistein sera væl umtóktu sjónvarpssendrøðina “Minnist tú enn” sum lýsti, hvussu rútmiski tónleikurin birtist í Føroyum miðskeiðis í fimmtiárunum.

Konsertin við heitinum “Minnist tú enn” við Tórshavnar Big Band tekur støði í sendingini hjá Suna Merkistein, og saman við sangarunum Sámali Ravnsfjall, Kristinu Skoubo Bærendsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Signar í Homrum og Carlsen systrunum, framførur orkestrið fleiri av vælkendu føroysku perlunum, ið eru vorðnar fólkaogn.

Tað er Magnus Johannessen, ið hevur sett løgini út fyri orkestrið. Tað er íslendski saksofonleikarin og dirigenturin Sigurður Flosason, sum stjórnar orkestrinum og Suni Merkistein er sjálvur frásøgufólk til konsertina.

Harumframt verða forkunnugar myndir og filmsbrot varpað á stórskíggja.