Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.
Keyp atgongumerki

“Truman – vinir fyri lívið” er nýggjasta rørnadi spanska dramaið hjá leikstjóranum Cesc Gay.

Filmurin snýr seg um Tomás, sum býr í Kanada. Tomás fer óvæntað (overraskelse) til Madrid at vitja sín besta og elsta vin Julián, sum býr saman við trúfasta fylgisveini sínum: hundinum Truman.

Julián er tó ein avgjørdur maður, sum veit, hvat hann vil, so tá hann og Tomás brádliga hittast aftur, er tað ikki sum eftir ánnið. Saman fara teir teir næstu fýra dagarnar á eina kensluliga ferð, har teirra vinarlag, felags upplivingar, aldur – og endin á lívinum – verða viðgjørd. Tað gongur stutt tíð, so eru teir í sera kenslubornum støðum, sum tó eisini geva teimum minnir fyri lívið.

Tragikomiska søgan varpar ljos á vinarlagið, og hvussu tað ber við sær glaðar og syrgiligar løtur. Og hvussu endar man eina vitjan – og eitt heilt lív saman – á besta hátt, tá man veit, at tað er seinastu ferð, man sær hvønn annan?

Í leiklutinum sum vinirnir, Julián og Tomás, eru virðisløntu sjónleikararnir Ricardo Darín og Javier Cámara. Teir verða stuðlaðir av virðisløntu Dolores Fonzi í leiklutinum sum Paula, sum er systkinabarn Julián.

Rating á IMDb