Indlæser Begivenheder
  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

EVNIÐ: KVINNULIGIR TILFLYTARAR + SAMFELAGSFRØÐINGURIN SPYR

Fólkasamansetingin í Føroyum broytist spakuliga, tí talið av útlendingum er vaksandi. Størsti parturin er arbeiðsmegi, ið kemur til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, men ein vaksandi partur úr Asia og Afrika flytur eisini til Føroya at virka og liva. Fesk gransking vísir, at fleiri teirra hava trupult við at finna seg til rættis á arbeiðsmarknaðinum og sosialt. Tí spyrja vit undir fyrru helvt av valtiltakinum: Hvussu eiga vit sum samfelag at fyrihalda okkum til tað?

Undir seinnu helvt av tiltakinum verða spurningar frá samfelagsfrøðingum um ymisk viðurskifti, ið tey meta hava týdning fyri komandi løgtingsval.

Eisini fáa áhoyrarar høvi at seta politisku umboðunum spurningar um onnur viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvar krossurin skal setast á komandi løgtingsvali.

HESI VALEVNI LUTTAKA:
Annika Olsen, Fólkaflokkurin
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Jógvan Skorheim, Sjálvstýri
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Hanna Jensen, Framsókn
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Arnfinn á Birtuni, Framtakið
Hjalmar Zachariassen, Føroyaflokkurin

SKRÁIN:
19.00: Orðstýrarin bjóðar vælkomin
19.10: Elisabeth Holm hevur framløgu
19.25: Runa Preeti Ísfeld hevur framløgu
19.40: Politikarar fáa orðið
20.00: Kjak og spurningar frá áhoyrarum og orðstýrara
20.30: Samfelagsfrøðingur spyr. Samfelagsfrøðingar hava fyrireikað spurningar til valevnini, sum tey halda hava týdning fyri valið og borgaran. Onnur eru eisini vælkomin at seta spurningar.

Orðstýrari verður Rebekka Manuela Behrens.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

SamFelagið