Hvussu ávirkar skermtíð og tøkni menningina hjá barninum?

Barnamentan
2017 SKEIÐS- OG RÁÐLEGGINGARDAGUR
Kostnaður fyri hvønn 995,
17. februar í Løkshøll

Væl dámdi skeiðshaldarin Mette Carendi kemur til Føroyar í februar 2017. Hon kemur at greiða frá nýggjastu gransking og vitan um evnið “Hvussu ávirkar skermtíð og tøkni menningina hjá barninum”. Eitt evni, ið alsamt fyllir meira og meira hjá foreldrum og fakfólkum. Mette fer at kunna og ráðgeva, hvussu vit sum fakfólk kunnu hjálpa børnunum og foreldrunum við nýggju avbjóðingunum og vaksandi trupulleikanum?

Skeiðsdagurin hóskar væl sum ráðleggingardagur hjá vøggustovum, barnagørðum og øðrum starvsfólki, ið hava við børn at gera. Afturvið skeiðnum verður ein betri máltíð, kaffi/the og okkurt leskiligt og frískligt alllan dagin. Eisini verður møguleiki at fáa eitt gott fakligt prát.

Skeiðsdagurin gevur vitanina og førleikarnar:
• Hvussu tøkni (serligani sjónvarp, teldil og telduspøl) ávirka barnið!
• Hvat tað er at verða bundin at skermi, og hví tað kemur fyri!
• Hvørji børn eru í vanda fyri at gerast bundin av skermum!
• Hvussu tú fyribyrgir, at barnið verður bundið at skermum!
• Hvussu tú stuðlar barninum at loysa seg frá skermunum og tøkni!
• At hjálpa barninum við trupulleikanum, við at verða bundin at skermi!
• At hjálpa og vegleiða foreldur, hvørs barn er bundið at skermum!

Bílegg pláss á barnaheilin@gmail.com eisini ber til at seta spurningar ella koma við viðmerkingum á Facebooksíðuni: Tí verða børn bundin av skermi og tøkni – Temadagar við Mette Carendi

2017-04-08T20:39:35+00:00
%d bloggers like this: