At liva við sálarsjúku

Mikukvøldið 7. desembur skipar bituff fyri áhugaverdum Temakvøldi um, hvussu tað er at liva við sálarsjúku tætt inn at kroppinum, og hvussu man sum familja, vinir og onnur avvarandi, skulu bera seg at tá, ið tey merkja fordómar í samfelagnum. Tormóður fer eisini at tosa um, hvussu vit sum samfelag, kunnu hjálpa tí sálarsjúka at finna røttu hjálpina fyri soleiðis at fyribyrja at sjúkan gert ov álvarslig og byrðan ov tung at bera.

Hjá flestu fólkum er veturin og jóltíðir ein vanligur partur av árinum, men hjá fólki, sum eru sálarsjúk, kann hetta vera ein serliga torfør árstíð. bituff hevur heitt á Tormóð Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum, um at hava ein fyrilestur og svara spurningum um hetta evnið, ið hevur so stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarandi.

Tiltakið verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur frá kl. 19.30 til 22.00. Aftaná verður skipað fyri einum lítlum “after party”, har til ber at njóta okkurt leskiligt og at tosa saman.

Atgongumerki á 195 kr. fáast á www.loksholl.fo frá 5. novembur 2016, ella við dyrnar á 250 kr.

2017-04-08T20:49:37+00:00
%d bloggers like this: