Børn og uppaling 2016

Hóskvøldið 27. oktobur í Mentanarvikuni í Runavík skipar nýggja fyritøkan bituff fyri spennandi og áhugaverdum temakvøldi í Løkshøll við heitinum Børn og uppaling í 2016.

Sunneva Mohr, námsfrøðingur, fer at hava innleiðandi fyrilestur, sum viðgerð spurningar og avbjóðingar, ið foreldur og fakfólk, sum arbeiða við børnum, kunnu hava í okkara tíð.

– Hvussu menna vit sjálvsvirði hjá barninum? Hvat eru góð barnaár? Hvussu loysa vit avbjóðingar í gerandisdegnum? Hvussu stuðla vit barninum at gerast ein sjálvhugsandi, demokratiskur samfelagsborgari?

Maibritt Højgaard, sálarfrøðingur, fer at hugleiða um uppaling og stýra einum kjakpaneli við hesum luttakarum: Harry Knudsen, Kári Sólstein, Durita Nolsøe og Sunnevá Mohr. Áhoyrararnir kunnu eisini seta spurningar.

Tiltakið verður í Løkshøll og byrjar kl. 19.30. Atgongumerki fyri kr. 195,- fáast á loksholl.fo og í Kunningarstovuni í Saltangará, ella fyri kr. 210,- kr við dyrnar.

2017-04-29T14:17:36+00:00