Nudging – Fá eitt skump til sunnari lívsstíl

Orðið Nudging sæst nú javnan á netinum og í øðrum miðlum. Nudging kann umsetast til ”at fáa eitt eymligt skump”, og tað snýr seg um, hvussu vit kunnu gera tað lættari fyri okkum sjálvi at taka avgerðir um kost, rørslu og annan atburð.

bituff bjóðar til temakvøld um, hvussu tú kanst taka Nudging við inn í heimi, í frítíðina, í bilin og í handlarnar. Vit fáa meiri hug til at røra okkum, um vit longu eru í ítróttarklæðum, og vit eta minni góðgæti, um karamellurnar eru í pappíri, enn tá vit seta eina stóra skál við blandaðum bommum á borðið. Tað vísir seg eisini at vera nógv lættari at eta gularøtur, um tær standa flustar í einum ílati í eygnahædd í køliskápinum, enn um posin við gularótum liggur niðast og aftast í grønmetisskuffuni. Nudging-amboðini gera tað lættari at taka góðar og sunnar avgerðir um mat, rørslu og atburð.

Á temakvøldinum hoyra vit um Nudging-amboð og læra, hvussu vit kunnu menna okkara tilvitan og skapa góðar rammur fyri tí atburði, vit ynskja bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum.
Lotte Juul Madsen og Stine Junge Albrechtsen eru kliniskir kostráðgevar úr Danmark. Temakvøldið verður hildið í Løkshøll mikukvøldið 18. januar kl. 19.30. Atgongumerki á 195 kr. fáast á www.loksholl.fo ella við dyrnar á 250 kr.

Um fyrilestrahaldararnar
Lotte Juul Madsen er útbúgvin kliniskur kostráðgevi og hevur harumframt eina útbúgving innan kognitiva sálarfrøði. Lotte hevur nomið sær serútbúgving innan viðgerð av yvirvekt við serligum atliti til broyting av atburði og vanum. Lotte hevur 16 ára royndir í viðgerð av fólki við diabetes, yvirvekt og øðrum lívsstílssjúkum. Lotte starvast í løtuni á sjúkrahúsinum í Køge og hevur verið við til at skriva kókibókina til børn við diabetis Fra pizza til popcorn.

Stine Junge Albrechtsen er útbúgvin kliniskur kostráðgevi. Stine arbeiðir mest við yvirvekt, tarmsjúkum og broyting av lívsstíli. Stine eigur og rekur klinikkina Guided by Stine. Stine hevur verið við til at skriva fleiri bøkur, m.a. bøkurnar Low FOODMAP diet – giver ro i maven, Gastric Bypass – inspiration til livet og maden efter operationen saman við Den Skaldede Kok, Tab 12 kilo på 12 uger med Henrik Duer umframt eina bók um matpakkar, Superhelten og Prinsessen på ærten spiser også madpakker. Stine er eisini kostráðgevi á sjónvarpsrásini á DK4, m.a. í samstarvi við Den skaldede kok. Les meira á www.guidedbystine.dk.

2017-04-08T20:48:22+00:00
%d bloggers like this: