Stjórar vitja í Løkshøll

Týskvøldið 25. september ber til at hitta Magna Arge, Ben Arabo, Nils Sørensen, Regin Jacobsen og Janus Petersen í Løkshøll. Teir eru stjórar í teimum fimm listaðu fyritøkunum í Føroyum; Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Faroe Petroleum, Bakkafrost og BankNordik.

Teir greiða íleggjarum og øðrum áhugaðum frá hálvársúrslitunum í 2012. Eisini kann ein nýta høvið at fregnast um framtíðarútlit og ætlanir hjá fyritøkunum.

Íleggjarafundurin verður hildin í Løkhsøll í Runavík týsdagin 25. september. Byrað verður klokkan 19.00

Fundurin er ókeypis og almennur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya, sum skipar fyri tiltakinum.

2017-04-28T14:40:38+00:00
%d bloggers like this: